Johanna Guðrún Jónsdóttir vann íslendsku sangkappingina í kvøld Tað eydnaðist ikki Jógvani Hansen at gera seg galdandi í kappingini um at umboða Ísland í Eurovision tónleikakappingini, sum verður í Moskva seinni í ár.
Jógvan Hansen var komin í finaluna í íslendsku kappingini, sum varð avgjørd í kvøld.
Og her gjørdust greitt, at Jógvan var í øllum førum ikki fremri enn nummar trý við sanginum ?I Think The World of You?.
Hyggjarnir fingu bara at vita, hvørji tey bæði vóru, sum høvdu fingið flestar atkvøður og har var Jógvan Hansen ikki ímillum.
Síðani varð avdúkað, hvør av teimum báðum bestu høvdu vunnið kappingina og tað gjørdust so Johanna Guðrún Jónsdóttir við sanginum Is It True.