Jógvan fer aftur í grand prixið

– Eg var so nær við at vinna seinast. Einans 223 at­kvøð­ur vóru millum meg og vinn­ar­an, so eg vil royna meg enn ein­aferð­, sigur Jóg­v­an Han­sen, sum 29. januar aftur skal royna seg í íslendska Eurovison.

Eurovision er aftur á skránni í Íslandi, og klaks­vík­ing­urin Jógvan Hansen tel­ist enn einaferð millum lut­tak­ar­ar­nir í kappingini.
Fyri Jógvan Hansen hev­ur lut­­tøk­an í fjør veruliga givið úr­s­lit, og nú vil hann royna seg enn einaferð í kapp­ingini.
– Tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri ein tónleikara at vera við í eini kapping, sum øll fylgja við, sigur Jógvan Han­sen.
Hann vísir á, at síð­ani hann var við í kapp­igini í fjør, hev­ur hann fing­ið tón­leik send­andi úr Ong­landi, Dan­mark, Span­ia, Grikk­a­landi og øðr­um lond­um.
Jógvan dyl­­ur ikki fyri, at hann í ár vil vinna kapp­­ing­­ina.
– Eg havi altíð vónir um at vinna. Um tú ikki stílar høgt, kemur tú ikki hálvan veg­in. Kanska pessimisturin at enda fær rætt, men op­t­i­mist­­ur­in hevur tað nógv stutt­lig­ari á vegnum, sigur Jógv­an Hansen.
– Eg havi altíð vónir um at vinna. Um tú ikki stílar høgt, kem­ur tú ikki hálvan veg. Kanska pess­i­mist­ur­in hevði rætt, men opt­i­mist­­ur­in hevði tað nógv, held­ur Jógv­an Han­­sen.