Jógvan Edmund bleiv klippimeistari

Hann vann klippikappingina á útoyggjastevnuni í Svínoy leygaragin, men kappingina um at toga tog, vóru vertirnir so ógalantir at vinna á gestunum

Jógvan Edmund í Geilini í Svínoy er besti seyðaklippari á útoyggj. 

Tað fekk hann steyp upp á á útoyggjastevnuni í Fugloy leygardagin.

Eitt av teimum heilt stuttligu og forvitnisligu tiltøkunum á útoyggjastevnuni leygardagin, var ein kapping í at klippa seyð.

Fleiri útoyggjafólk høvdu meldað seg til, bæði mannfólk og konufólk.

Tað var ein avbera stuttlig og spennandi kapping, sum nógv fólk varð og hugdi at. Tá ið avtornaði, var tað svínoyingurin, Jógvan Edmund í Geilini, sum varð meistari. Men tað var í harðari kapping við Óla Jákup úr Dímun og Elisabeth Joensen úr Skúvoy.

Aftyrfyri avrikið fekk vinnarin steyp. Men har skal leggjast afturat, at sjálvndi er tað ymiskt, hvussu seyður er at klippa og tað er eisini ymiskt, hvussu saksarnir eru-tó uttan at taka nakað frá vinnaranum.

Eitt annað stuttligt tiltak var, tá ið útoyggjarnar kappaðust um at toga tog og tað var ikki minni spennandi.

Í fjør vunnu dímuningar ferðasteyp, men í ár vístu vertirnir úr Fugloy onga náði, men vóru so óblíðir, at teir vunnu á dímuningum. Kanska høvdu teir tann tiltikna fyrimunin av heimavøllinum, men endaliga úrslitið var so tað, at dímuningar máttu tað tungu gongd at bera fugloyingum ferðasteypið til næsta ár.