Málið varð eftir 1. viðgerð í Tinginum tann 6. mars beint í mentamálanevndina, og har kann tað sambært tingskipanini í mesta lagi liggja í ein mánað. Tí skuldi eingin havt nakran trupulleika við at hildið páskafrí tann 15. apríl, og heldur ikki skuldi tað gjørt nakað, um løgtingsformaðurin "plantaði ein tingfund" tann 8. apríl, um nevndarformaðurin bara helt seg til tíðarfreistina. Men tað gjørdi hann ikki, og nú skulu onnur hava skuldina fyri tað.
Jógvan Arge sigur í greinini, at mentamálanevndin kundi ikki halda fund tann 15. apríl, tí sambandsmaðurin Heðin Mortensen fór av landinum í páskafrí. Nú er tað soleiðis, at allir sjey limirnir í mentamálanevndini hava hvør sín varalim, so um trupulleikin var, at undirritaði var burturstaddur, so kundi formaðurin bara givið varamanninum fundarboð ístaðin.
Harafturat skal vísast á, at á fundunum sum mentamálanevndin hevði 25. mars og 1. apríl, var nevndin ikki fullmannað. Hví kundi nevndin so ikki eisini halda fund 15. apríl, uttan at vera fullmannað ?
Nei veruleikin er, at Jógvan Arge ætlaði ongantíð, at málið um Tekniska skúla og Handilsskúlan í Havn skuldi koma aftur í tingið. Hann ætlaði at málið skuldi verða liggjandi í mentamálanevndini til Tingið fór í summarfrí, og harvið skuldi tað fella burtur. Fyri at forða hesum, skeyt eg upp fyri tinginum, at málið kom til 2. viðgerð uttan álit frá nevndini, men tað uppskotið fall.
Trupulleikin er, at Jógvan Arge er ikki bara tingmaður í samgongu. Hann er eisini bðráðslimur í andstøðu. Í bðráðsandstøðuni "brennur hansara hjarta" fyri Havnini, men í Løgtinginum, har hann er í samgongu, er hann ikki so heitur fyri Havnini (var millum annað í hesi vikuni við til at senda havnarborgarum eina rokning á 4,3 mió. krónur, fyri væntandi barnaansing). Kemur málið aftur í tingið, so fær hann ein trupulleika sum samgongutingmaður, um hann atkvøður fyri uppskotinum. Men hinvegin, so fær hann ein annan trupulleika sum andstøðulimur í bðráðnum, um hann atkvøður ímóti. Tí roynir hann av øllum alvi at halda málinum aftur.
Við sínum taktiska snildi, setur hann málið á fundarskránna hvørja ferð tá mentamálanevndin hevur fund, men syrgir altíð fyri, at tað stendur niðast á skránni, soleiðis at stundir ikki vara at viðgera tað. Tí verður hetta málið útsett til "næsta fund", har tað aftur stendur niðast á skránni. Tann 24. apríl hevur mentamálanevndin aftur fund, og tá hevur hann sett eitt mál sum er lagt fyri tingið tann 11.apríl fyrst á skránni, meðan málið um Tekniska skúlan og Handilsskúlan sum varð lagt fyri tingið tann 4. mars stendur niðast.
Vit kunnu tí bara staðfesta, at sitandi samgonga hevur ongan skúlapolitikk, og sær tað eftir øllum at døma ikki sum nakran trupulleika, at Tekniski skúli í Havn hevur livað við fyribilsloysnum í 25 ár.