Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at veita pensjónistum eina tænastu, har fólk kemur at gera reint hjá teimum eina ferð, ella tvær ferðir um mánaðin.
Her er talan um pensjónistar, har tað verður mett, at teir eru so illa fyri, at teir ikki klára at gera reint sjálvi. Teir pensjónistar, sum vilja hava reingerð, skulu søkja um tað, og so fara serkøn fólk á økinum at meta um tørvin í hvørjum einstøkum føri.
Men tað gekk kortini ikki akkurát, sum ætlað. Meirilutin í býráðnum hevur sett 500.000 krónur av til endamálið í ár, og tá ið hetta árið er farið, skal skipanin endurskoðast.
Avtala er gjørd við reingerðarfyritøkuna Dveyluna, um at standa fyri sjálvari reingerðini, tí sjálv er heimatænastan so illa mannað, at tey fáa ikki eisini átikið sær at gera reint fyri fólk.
Men meirilutin ætlaði, at pensjónistar skuldu rinda eitt brúkaragjald upp á 300 krónur fyri hvørja reingerð, og tað varð upplýst, at tað er helvtin av tí, reingerðin í roynd og veru kostar.
Men tað var ein strika í rokningini hjá meirilutanum í býráðnum, at Jógvan Arge var møttur á býráðsfundinum í gjárkvøldið sum varamaður fyri Marin Katrinu Frýdal úr Tjóðveldi, sum ikki var á fundi.
Í meirilutanum eru Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn.
Minnilutin í býráðnum, sum er javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vildi hava brúkaragjaldið strikað, tí tey hildu, at hetta var ein tænasta, býráðið átti at veita pensjónistum, sum vóru illa fyri.
Í býráðnum í Havn eru 13 býráðslimir, sjey eru í meirilutanum og seks eru í minnilutanum. Og tað hendi tað óvæntaða, at uppskotið hjá minnilutanum um at strika brúkaragjaldið, varð samtykt, tí umframt tey seks úr minnilutanum, atkvøddi Jógvan Arge, sum annars umboðaði meirilutan, eisini fyri uppskotinum hjá minnilutanum um at strika brúkaragjaldi. Sostatt vóru sjey atkvøður fyri, og tað merkir, at tað varð samtykt.
Sosatt tryggjaði Jógvan Arge nøkrum pensjónitum ókeypis reingerð, beint ímóti ætlanini hjá meirilutanum.
Men bæði Annika Olsen, borgarstjóri, og Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini hjá býráðnum, gjørdu greitt, at hetta merkir, at nú fer hendan tænastan at koma færri pensjónistum til góðar.
Tær vístu á, at tá ið pensjónistat einki brúkaragjald skulu rinda, fara tær 500.000 krónurnar, býráðið hevur sett av til endamálið, at røkka nógv styttri enn tær annars høvdu gjørt.
Hetta er í hvussu so er aðru ferð, at Jógvan Arge soleiðis «lumpar« hini í meirilutanum í býráðnum. Tað gjørdi hann eisini tíðliga í fjør, tá ið býráðið skuldi atkvøða um hitapottar til svimjihøllina.
Tá atkvøddi Jógvan Arge eisini saman við minnilutanum um at fáa hitapottarnar, soleiðis at tað varð samtykt, men á næsta býráðsfundi var meirilutin aftur fullmannaður, og tá vórðu teir strikaðir aftur.











