Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í kommunumálum:
Viknandi grundarlagið undir kommununum úti um landið krevur, at ferð má fáast á samanleggingar í størri øki, so førleikin til at umsita egin mál gerst veruleiki.
Tað eru ov nógvir bæði lands- og kommunupolitikarar sum eru nøgdir við gongdina, sum hon er hvørjari kommunu sær, hóast so gott sum eingin framgongd kemur til sjóndar.
Ofta verður alt ov lætt gingið um, tá politikarar siga, at "vit leggja bara út til kommunurnar", hóast ein og hvør veit, sum kennir støðuna og hugsar seg um, at hava hesar ikki ávísa nøktandi stødd, er eingin møguleiki at umsita. Krøvini til umsitingar økjast og økjast við ferð.
Er støðan so góð
Er tað nóg mikið at verða nøgdur við, at nøkur grundøki verða útstykkja afturat í einum øki, og førleikakrevjandi arbeiðspláss, mentanar- og sosiala lívið ikki verður víðkað. Ella eitt virki, bert tí hetta skal geva nøkur arbeiðspláss, verður stovnsett, sum kanska ikki ber seg.
Nú hoyra vit ofta kommunupolitikarar siga, at "í okkara kommunu stendur væl til, hon er væl fyri".
Ofta havi eg spurt, hvat hesir meina við. Er tað ein framtíðarkommuna, ella eitt framtíðarøki, sum stendur í stað ella gongur aftur í fólkatali men við einari tryggari bankabók.
Annað enn góður vilji
Ber til at leggja stovnar út um landið, so leingi vit hava so smáar kommunur, at tær ikki hava førleika til at umsita útløgd mál. Ella kundi ein hugsa sær, at tær stóru kommunurnar umsita teirra útløgdu mál, meðan landið ella tað landsalmenna umsitur málini fyri smærru kommunurnar.
Alt letur seg gera, men henda skipan fer at gera tað nógv dýrari og meiri fløkt. - Tí verður tað heilt einfalt ikki gjørt, ikki tí viljin ikki er til staðar, men hetta er bæði ov kostnaðarmikið og hevur onga meining.
Tað er tí neyðugt at leggja kommunurnar saman í hvørjum øki sær, fyri at fáa sterk umsitingarlig øki.
Bæði lands- og kommunupolitikarar eiga at síggja henda veruleika í eyguni og í felag skorða undir hesa samanleggingargongd. Fyrr hetta verður gjørt, tess skjótari koma vit á mál.