Asher Weissgan var ein niðursetumonnunum, sum settu seg upp ímóti avgerðini hjá távewrandi forsætisráðharranum Ariel Sharon, at niðurleggja fleiri jødiskar niðursetubygdir í teimum palestinsku økjunum.
Asher Weissgan búði á Vestara Áarbakka, og hansara arbeiði var at koyra palestinskar arbeiðsmenn til eitt ídnaðarøki, har teir arbeiddu. Ein dagin seinasta summar gjørdist hann frá sær sjálvum av øði um avgerðina hjá Sharon. Hann tók eina byrsu frá einum vaktarmanni og skjeyt tveir av teimum palestinsku arbeiðsmonnunum. Síðani skjeyt hann fleiri skot eftir nøkrum palestinum, sum arbeiddu á einum aluminiumsvirki í Shiloh. Ein av monnunum doyði beinanveginm, og ein annar doyði seinni á sjúkrahúsi.
Ariel Sharon var í øðini um drápini og kallaði tey eina jødiska yvirgangsgerð. Nú hevur ísraelska dómsvaldið sagt sína hugsan. Asher Weissgan fekk lívlangt fongsul fyri hvørt drápið.