Jóansøkunevndin á Tvøroyri hevur seinastu tíðina verið í holtur við at fyriskipa Jóansøkuna 2011. -Vit halda okkum nú vera komin so mikið langt, at vit kunnu byrja at lýsa tiltakið, siga fyrireikararnir.
Við tí ætlan, at gera Jóansøkuna meiri tíðarhóskandi, ?publikumsvinarliga? og sjónliga, er endamálið hjá nevndini ? sum umboðar størru ítróttarfeløgini í Suðuroynni og á Tvøroyri, og Suðuroyar Tónleikafelag ? at fyriskipa Jóansøkuna sum eitt stórt felags tiltak mitt í býnum.
-Henda komandi Jóansøkan er eitt fet henda vegin! Vit ynskja eitt litríkt og lívligt ?Jóansøkuøki? á keiini, við tónleiki, sjónleiki, dansi, gikli, sølubúðum, sølu av mati og drykkivørum o.s.fr., sí tekning av økinum, siga fyrireikararnir.
Størsta nýggja er, at tann traditionelli Jóansøkudansurin nú verður í stórum telti á keiøkinum, har ein konsert eisini verður hildin.
Alt sum kann skapa áhuga og lív rundanum Jóansøkuna er kærkomið, tað veri seg at selja, framsýna, framføra v.m. Tey, ið hava áhugað at luttaka, kunnu venda tær til Kristin, teldupost: kjm@tvoroyri.fo ella tlf. 611092.
-Vit hava eisini ein dreym um at fáa fleiri sjálvboðin hjálparfólk við í Jóansøkuna. Her hugsa vit serliga um at fáa borgarar og feløg , sum frammanundan ikki hava við ítrótt o.a.at gera, at taka eitt tørn, tá økið skal gerast klárt, ella eina vakt sum t.d. kontrollur ella atgongumerkjaseljari. Bara eitt vaktartørn uppá 1-2 tímar hevði gjørt stóran mun hjá fyrireikarunum! So um tað lokkar teg, kanst tú melda teg sum hjálparfólk hjá K-Revision á mail: krevision@gmail.com ella tlf. 372808, siga jóansøkufyrireikararnir í tíðindaskrivi.










