Jóansøkan verður ikki turr

Nakrir dropar fara at dryppa oman yvir jóansøkugestirnar í Vági.

Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum verður skumpaður í ein eystan, meðan nøkur smærri lágtrýst fara í ein landnyrðing og fara framvið vestan fyri Ísland. Fleiri brúgvaløg við regni fara framvið Føroyum komandi dagarnar í einum mildum ráki av útsynningi. Mánanáttina fer eitt djúpri lágtrýst yvir Ísland av útsynningi, síðani eitt nýtt lágtrýst týsnáttina, sum førir til eitt milt rák av útsynningi yvir Føroyum og stundum regn.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 7 til 12 m/s. Skýggjað, támut og regn av og á. Hitin um 10 stig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 6 til 10 m/s. Framvegiðs skýggjað og í nátt fer at regna. Hitin millum 8 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á kvøldið øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Yvirhøvur skýggjað, támut og stundum regn og møguliga mjørki í støðum. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað, men yvirhøvur turt. Út á dagin klárar møguliga í og kanska sólin sær. Hitin millum 9 og 13 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina meiri skýggjað. Hitin um 10 stig.

 

Mikudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 10 stig.