Tað stóð 3-0 á máltalvuni, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð í Klaksvík ídag.
Skálamenn bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum, og klaksvíkingar vunnu væntaða sigurin, sum ber í sær, at teir nú – áðrenn HB í annaðkvøld fer til Runavíkar – eru tvey stig frá toppliðnum.
Toppskjúttin í bestu deildini Jóannes Bjartalíð legði við hornaspørkum upp til bæði 1-0 og 3-0 málið, men í dag var hann ikki millum málskjúttarnar.
-Vit fegnast um sigurin, men í seinna hálvleiki ætlaðu vit at skjóta fleiri mál enn tað, sum innskifti Páll A. Klettskarð skoraði beinanvegin eftir steðgin. Vit hava spælt nógvar dystir síðstu vikurnar, og tað var sum um, at luftin so spakuliga fór úr ballónini, sigur Jóannes Bjartalíð.
Odmar Færø var ikki á vøllinum, tí hann er smáskaddur, og Ísak Simonsen spældi bara í seinna hálvleiki.
Bill Jacobsen, venjari hjá Skála, rósar sínum monnum:
-Teir vístu góðan hugburð, og tordu at spæla, og í onkrum løtum høvdu vit støður, men tá ið alt kemur til alt, so var tað stórur munur á liðunum, staðfestir Skálavenjarin.
Skála hevur eitt stig, og tí er upplagt at fregnast, um Skála ætlar at styrkja um hópin, nú fleiri spælarar hava verið og eru skaddir.
-Tað verður arbeitt við málinum, svarar Bill Jacobsen.