Jóan Símun við uppleggi

Arminia Bielefeld fekk í dag javnleik, eftir upplegg frá toftamanninum

Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson spældu í dag 1-1 á útivølli móti FC Ingolstadt 04 í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi.

 

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin fyri týska felagið, sum hevur havt tað torført seinastu dystirnar. Hesa ferð kom Arminia Bielefeld eisini afturum 1-0, men 12 minuttir fyri tíð javnaðu gestirnir úr Bielefeld.

 

Uppleggjari til mál var føroyski landsliðsspælarin. Hann sendi eitt innlegg innfyri, sum Fabian Klos stútaði í málið. Minni góða gongdin seinastu dystirnar ger, at Arminia Bielefeld liggur á 14. plássi, og er bara trý stig frá niðurflytingarstrikuni.

 

Eftir hetta vikuskiftið verður Nations League fótbóltur aftur á skránni, har Jóan Símun Edmundsson og føroysku landsliðsspælararnir skulu spæla móti Aserbadjan og Malta.