Jóan Símun Edmundsson fekk í dag sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri Viking, sum tapti 1-0 fyri Strømsgodset í bestu norsku deildini, Tippeligaen.
Føroyski landsliðsleikarin kom á vøllin seinasta hálva tíman við støðuni 1-0 til Strømsgodset, men megnaði ikki at venda gongdini í dystinum.. Strømsgodset kom á odda í fyrra hálvleiki upp á brotsspark. Åge Hareide skifti í seinna hálvleiki bæði Jóan Símun og fyrrverandi Manchester United og Fulham framherjan, Erik Nevland inn, men einki hjalpti.
Viking liggur á einum sjeynda plássi við sjey stigum.