Fyrr í dag kom fram, at føroyski landsliðsleikarin í OB, Jóan Símun Edmundsson, neyvan verður verandi leingi afturat í felagnum, har sáttmáli hansara gongur út í summar. Hann sleppur ikki við liðfeløgunum á venjingarlegu í Spania í næstum.
OB skrivar á heimasíðuni, at orsøkin til at Jóan Símun ikki verður við á venjingarleguni, eru miseydnaðu sáttmálasamráðingarnar, at hann hevur ynski um at sleppa víðari á leiðini og at hann skal fáa frið at leita sær eftir einum nýggjum felagi.
Les eisini: Jóan Símun og OB skiljast
Jóan Símun Edmundsson sigur seg ikki skilja, at hann ikki slapp við á venjingarleguna í Spania. Hann fekk boðini frá ítróttarstjóranum eftir ein venjingardyst í dag, har hann varð innskiftur í seinna hálvleiki og skeyt eitt mál í 4-0-sigrinum ímóti Vejle.
Í samrøðu við Fyn Sport í dag avdúkar 26 ára gamli toftamaðurin, at hann er vónbrotin av OB.
- Í gjárkvøldið blivu eg og OB samd um, at vit ikki blivu samd. Eg virði avgerðina hjá felagnum, men eg undrist á hví allir aðrir leikarar, sum hava sáttmála fram til í summar, eru við. Eg haldi ikki, at mítt fokus er verri enn teirra, sigur hann.
- Eg havi undir sáttmálanum við OB altíð givið alt, og eg hevði við gleði hjálpt felagnum í vár, men nú verði eg útihýstur frá fyrireikingunum, sigur hann víðari.
Jóan Símun leggur afturat, at hann í løtuni ikki hevur nakað ítøkiligt tilboð frá øðrum felagi, men at hann hevur sagt við OB-venjaran, Kent Nielsen, at hann hóast alt væntar, at hann kann vera við til at gera mun hjá OB í vár.
Fyn Sport skrivar, at Jóan Símun Edmundsson komandi 10 dagarnar helst fer at venja fyri seg sjálvan ella við U19-liðnum.










