Fríggjadagin kom fram, at Jóan Símun Edmundsson hevur skrivað leigusáttmála við Gateshead, sum spælir í fimtbestu deildini í Onglandi.
Ian Bogie er venjari hjá Gateshead. Hann vísir á, at Alan Pardew, venjari hjá Newcastle, vil, at hansara ungu spælarar fáa seg royndar í vaksnamannafótbólti.
James Tavernier, verjuleikari í Newcastle, skal somuleiðis spæla við liðnum.
- Teir eru høgt í metum í Newcastle og hava eina bjarta framtíð, sigur Bogie við heimasíðuna hjá felagnum, og ger greitt, at Jóan Símun Edmundsson hevur royndir frá landsliðsfótbólti.
Eykaliðið spælir ikki
Toftamaðurin í Newcastle hevur verið partur av eykaliðnum í hesum kappingarárinum. Næstbesta liðið hevur bara ein dyst á skránni í januar, meðan Gateshead skal spæla seks dystir.
- Umframt tað, so vil Alan Pardew, at teir ungu skulu royna okkum í vaksnamannafótbólti, og ikki bara í dystum fyri eykaliðið, har stigini ikki hava serliga stóran týdning, sigur Jóan Símun Edmundsson, sum heldur, at avbjóðingin er spennandi.
Gateshead er í økinum kring Newcastle.
Javnt í fyrstu royndini
Føroyski landsliðsframherjin fekk sín elddóp fyri Gateshead leygardagin. Hann og liðfelagararnir spældu 2-2 móti Kidderminster á heimavølli.
Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin sum vongur í vinstru.
Heimaliðið kom á odda, men gestirnir svaraðu skjótt aftur og fingu leiðsluna. Gateshead fekk útjavnandi málið, tá eitt korter restaði í. Gateshead hevur ikki vunnið í seinastu átta royndunum. Liðið er nummar 17 í røðini av 24 liðum í Blue Square Premier.
Jóan Símun Edmundsson kom fram til nakrar góðar støður, men eydnan var ikki við honum, tá hann royndi seg móti málinum.
Næsti dysturin verður 18. januar, tá Barrow vitjar.