Jóan Símun Edmundsson verður ikki við, tá føroyska landsliðið seinni í vikuni skal spæla móti Aserbadjan og Malta í Nations League. Toftamaðurin í Týsklandi bleiv í gjár skaddur og hevur givið avboð.
Les eisini: Jóan Símun við uppleggi
Arminia Bielefeld og Jóan Símun Edmundsson spældu í gjár 1-1 á útivølli móti FC Ingolstadt 04 í 2. Bundesliguni, sum er næstbesta deildin í Týsklandi. Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin, men fekk ein skaða, sum ger at hann ikki verður við landsliðnum.
Les eisini: (Video) Her er uppleggið hjá Jóan Símuni
Jóan Símun Edmundsson átti stóran lut í javnleikinum í gjár, tí hann átti eitt flott upplegg til málið, sum Arminia Bielefeld fekk. Tað er ógreitt hvør verður úttikin fyri toftamannin, men helst verður boð eftir onkrum. Landsliðið fer til Aserbadjan í morgin.










