Jóan Símun er við aftur hjá OB

Útisetar: Meðan Hallur Hansson hesaferð situr uttanfyri við leikbanni, er Jóan Símun Edmundsson aftur tøkur hjá OB nú

 

Longu í dag skal fyrsti føroyski útisetin í dyst, tá Jóan Símun Edmundsson og OB í kvøld skulu spæla á heimavølli móti Esbjerg. Jóan Símun Edmundsson, ið ikki var við OB farna vikuskiftið, var týðuliga saknaður til seinasta dyst, og tí er tað kærkomið hjá OB, at føroyski landsliðsprofilurin verður við aftur til dystin í kvøld.

 

Eisini felagið hjá Hallur Hansson, AC Horsens, skal í kvøld spæla dyst. Men til dystin hjá Horsens í kvøld er Hallur Hansson ikki við í hópinum. Hann hevur fingið ov nógv gul kort, og má tí sita uttanfyri við leikbannið til umfari um vikuskiftið.

 

Sunnudagin skulu allir teir føroysku leikararnir í næstbestu donsku deildini í dyst. Har møtast føroysku áleypararnir, Jákup Thomsen og Finnur Justinussen, tá Skive og Fremad Amager spæla ímóti hvørjum øðrum. Hin føroyski leikarin á liðnum hjá Fremad Amager, Heini Vatnsdal, situr enn uttanfyri við skaða, og er ikki tøkur til dystin í vikuskiftinum.

 

Eisini tveir aðrir føroyskir leikarar skulu í dyst í næstbestu donsku deildini sunnudagin. Tað eru teir báðir runavíkingarnir, Viljormur Davidsen og Meinhard E. Olsen, ið ávikavist spæla fyri Vejle BK og Vendsyssel. Viljormur Davidsen og Vejle, ið mikukvøldið fingu ein kærkomnan sigur skulu sunnudagin spæla á heimavølli móti HB Køge, meðan Meinhard E. Olsen og Vendsyssel, ið stríðast um uppflyting, skulu spæla á heimavølli móti Fredericia. Hjá Vendsyssel situr René S. Joensen í løtuni uttanfyri við skaða.

 

Seinasti útisetin sum skal í dyst um vikuskiftið er Gilli R. Sørensen, sum mánakvøldið skal spæla fyri Brann SK móti Kristiansund á útivølli. Gilli R. Sørensen fekk í gjár fulla spælitíð fyri Brann, har hann á vg.no var valdur til dagsins leikara eftir dystin móti Strømgodset.

 

Dystirnir hjá føroysku leikarunum uttanlands um vikuskiftið:

 

Fríggjakvøldið:

OB – Esbjerg (Jóan Símun Edmundsson)

 

Sunnudagin:

Skive – Fremad Amager (Jákup Thomsen og Finnur Justinussen)

Vejle BK – HB Køge (Viljormur Davidsen)

Vendsyssel – Fredericia (Meinhard E. Olsen)

 

Mánakvøldið:

Kristiansund – Brann (Gilli R. Sørensen)