TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við mannin sum spælir við Arminia Bielefeld í 2. bundesligu í Týsklandi, Jóan Símun Edmundsson aftaná Jóan Símun og liðfelagarnir á landsliðnum høvdu spælt javnleik 1-1 ímóti Kosovo á Tórsvølli.
Jóan Símun fór av vøllinum tá 68 minuttir vóru farnir. Hann greiðir frá, at baklærið hevur argað seinastu tíðina, og tí var tað ráðiligt at fara av vøllinum.
Hóast talan var um eitt sterkt mótstøðulið við spælarum frá teimum fremstu fótbóltsdeildunum í Evropa er toftamaðurin ikki heilt nøgdur við ein javnleik í kvøld.
- Vit høvdu brúk fyri einum sigri fyri at verða við í oddastríðnum, staðfestir Jóan Símun Edmundsson.