Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið skaddur í knænum í eina tíð, er aftur á vøllinum og skorar. Hann hevur trupulleikar í knænum, men í gjár var hann aftur á máltalvuni fyri sítt týska felag, Arminia Bielefeld.
Í komandi viku byrjar 2. Bundesligan aftur eftir vetrarsteðgin. Arminia Bielefeld hevur skift venjara og gongdin hevur ikki verið so góð undan steðginum. Eitt ivamál til dystin móti Dymano Dresden mikudagin er føroyski landsliðsspælarin.
Hann bleiv skaddur undan tveimum teimum seinastu dystunum í Nations League. Toftamaðurin sigur í stuttari viðmeriking, at hann vónar at blíva klárur, men at hann enn merkir til skaðan í knænum.
Eitt tekin um, at Jóan Símun Edmundsson verður á vøllinum mikukvøldið, kom í gjár, tá hann skoraði í 4-1 sigrinum á VfB Lübeck í seinasta venjingardystinum á hesum sinni. Føroyski landsliðsspælarin skoraði til 3-0 eftir 32. minuttir og spældi 62 teir fyrstu minuttirnar.
Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at Jóan Símun Edmundsson megnaði at halda tveimum verjuspælarum vekk, so at hann bleiv leysur móti málverjanum og skoraði. Nýggi venjarin, Uwe Neuhaus, segði eftir dystin, at hann er nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum.
Arminia Bielefeld spælir mikudagin móti Dynamo Dresden. Eftir 18 umfør liggur Arminia Bielefeld á 14. plássi av 18. Fimm stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.