Jóan Petur á P3

Jóan Petur á Stongunum hevur gjørt nógv um seg heima í Føroyum, og nú er hann eisini farin at gera vart við seg uttanlands.

Lagið ?Moments? er nevniliga komið við í semifinaluna í eini kapping hjá einum av størstu útvarpsrásunum í Danmark ? P3.

 

Hetta vil siga, at lagið hjá Jóan Petur er eitt av 10 løgum, og í løtuni liggur hann fremst við fleiri enn 950 atkvøðum og hevur fingið seks út av seks stjørnum.

 

Um tú hevur hug at atkvøða, kanst tú fara inn á heimasíðuna www.dr.dk/p3/karrierekanonen