Jóan Pauli Joensen rektari á Fróðskaparsetrinum

1. desembur 2004 var rektaraskifti á Fróðskaparsetrinum.

Jóan Pauli Joensen, professari, dr.phil & fil, tók við eftir Maluna Marnersdóttir, professara, dr.phil, sum hevur verið rektari síðani 1998, tvs. í tvey valskeið. Hann er valdur fyri eitt trý ára skeið til 30. november 2007, tá ið rektaraval aftur verður.

Malan Marnersdóttir hevur starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum síðani 1983. Fyrstu trý árini sum adjunktur, men síðani 1986 sum lektari í bókmentum.

Jóan Pauli Joensen hevur verið í starvi á Fróskaparsetrinum síðani 1989, sama árið varð hann tilnevndur professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði. Í 1998 og 1999 var hann professari í etnologi við Universitetið í Bergen.