Jóan Pauli Joensen nýggjur rektari

tíðindaskriv

Fróðskaparsetrið hevur setti Jóan Paula Joensen, professara, dr.phil & fil.dr. sum nýggjan rektara eftir Malenu Marnersdóttir



1. desember 2004 tekur 59 ára gamli Jóan Pauli Joensen, professari, dr.phil & fil.dr. við sum rektari á Fróðskaparsetrinum. Hann tekur við eftir Maluna Marnersdóttur, professara, dr.phil, sum hevur verið rektari síðani 1998 í tvey valskeið.
Jóan Pauli Joensen hevur verið í starvi á Fróðskapar-setrinum síðani 1989, sama ári var hann tilnevndur professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði. Í 1998 og 1999 var hann professari í etnologi við Universitetið í Bergen. Jóan Pauli Joensen sat eisini sum rektari frá 1990 til 1998.
Jóan Pauli Joensen hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað Fiskafólk, sum kom út í 1982, Fólk og Mentan, sum Skúlabókagrunnurin gav út í 1987. Fyri jól í fjør kom út bókin ?I ærlige Brudefolk. Bryllup på Færøerne?, fyri hesa hevur Jóan Pauli Joensen fingið virðisløn frá Kungl. Gustav Adolfs Akademin í Uppsala í Svøríki. Hann fær virðislønina fyri munagott ritverk innan siðsøgu og etnologi. Virðislønin verður handað 6. november.
Jóan Pauli Joensen hevur havt fleiri álitissessir í ymsum nevndum, bæði í Føroyum og uttanlands. Seinastu árini hevur hann verið formaður í Grundlógarnevndini, sum herfyri lat fyrra álitið til Løgmann.
Í Svøríki hevur hann verið formaður í serligari eftirmetingarnevnd, sum Högskoleverket hevði sett til at meta um grund- og granskaraútbúgvingina í etnologi við svensk universitet og hægri háskúlar. Álit var lagt fram um hetta í vár.
Regluligt rektaraval skuldi vera 2. november 2005. Freistin fyri uppstilling var 25. oktober. Bara eitt valevni stillaði upp, tí bleiv rektaravalið avgjørt við friðarvali.