Ivi um trygd

Ein tilburður á JFK-flogvøllinum í New York fríggjadagin hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við trygdina á flogvøllinum. Flogskiparin á einum Boeing 757-flogfari fór skeivur, tá hann skuldi seta flogfarið, og tað noyddist tí at flúgva í ring, áðrenn tað kundi gera eina roynd afturat. Á ringferðini kom flogfarið í vegin fyri eitt annað flogfar, sum júst var farið á flog, skrivar AP. Amerikonsku loftferðslumyndugleikarnir hava roynt at sissa fólk við at visa á, at tað vóru 800 metrar ímillum tey bæði flogførini, men flúgvileiðararnir á JFK-flogvøllinum siga, at tað vóru bara 200 metrar ímillum tey bæði flogføini.