Tað er langt síðani vorðið almannakunnugt, at olju- og gassgoymslurnar í teirri arktisku undirgrundini eru risastórar. Í einari nýggjari kanning hjá amerikanska orkumálaráðnum verður mett, at talan er um næstan 90 milliardir tunnur av ráolju umframt einar 48,5 billiónir rúmmetrar av gassi. Samanlagt er talan um eina orkumongd upp á meiri enn 412 milliardir tunnur av ráolju.
Kanningar hava víst, at tann størra helvtin av hesum ovurstóra tilfeingi er undir havbotninum norðan fyri amerikanska statin Alaska. Júst har hava menn serliga drúgvar royndir við at útvinna olju og gass í arktiskum øki, og kanska júst tí eru jarðfrøðingarnir og búskaparfrøðingarnir hjá amerikanska orkumálaráðnum sera varnir, tá tað snýr seg um at gagnnýta tað stóra ríkidømið undir tí arktiska havbotninum.
-Arktis hevur eina dragandi ávirkan á oljuídnaðin. Fleiri týðandi leiðir eru longu funnar har, og tað elvir til dreymar og vónir um, at fleiri aðrar og uppaftur størri leiðir liggja fjaldar einastaðni í tí dulda, skriva serfrøðingarnir í amerikanska orkumálaráðnum. Og teir halda fram:
-Tær olju- og gassleiðirnar, sum eftir øllum at døma eru undir havbotninum vestan fyri Grønland, verða mettar at vera upp til tríggjar ferðir størri enn allar leiðirnar í Norðsjónum tilsamans. Men kortini eru bara seks borikanningar gjørdar í økinum enn.
Dýrir dropar
At bara seks boriroyndir eru gjørdar vestan fyri Grønland enn kemst sambært amerikanska orkumálaráðnum av, at tað er sera kostnaðarmikið at leita eftir olju og gassi í Arktis, og at tað verður uppaftur dýrari at útvinna tað, sum møguliga verður funnið.
Ein annar vansi er, at long tíð fer at ganga, frá tí at ein olju- ella gassleið er funnin, til framleiðsla kann fara í gongd. Sambært amerikonsku serfrøðingunum kann hendan tíðin gerast so long, at í roynd og veru verður tað ómøguligt at gera av, um tað er yvirhøvur loysir seg fíggjarliga at fara undir framleiðsluna.
-Leiðirnar norðan fyri Alaska og norðan fyri Sibir eru tær, sum mugu metast sum tær virðismestu, tí bæði økini hava tað neyðuga flutningskervið umframt annan neyðugan útbúnað. Í hinum økjunum verður neyðugt at byrja frá botni av, og við tí sera trupla veðurlagnum í huga er einki at ivast í, at tað skulu góðar lønir til fyri at fáa fólk at arbeiða har, skriva serfrøðingarnir í Washington.
Bara stórar leiðir
Niðurstøðan hjá amerikanska orkumálaráðnum er, at skal tað loysa seg fíggjarliga at útvinna eina oljuleið í tí arktiska økinum, skal leiðin hava í minsta lagi 500 milliónir tunnur av olju í sær, tí tað verður sjálvandi tann fyrsta leiðin, sum skal bera útreiðslurnar av tí neyðuga flutningskervinum. Tað kann so hava við sær, at tað seinni kann loysa seg at útvinna leiðir við minni olju, tí framleiðslan haðani kann nýta tað sama flutningskervið.
Amerikonsku serfrøðingarnir siga, at tær størstu avbjóðingarnar í sambandi við eina møguliga oljuvinnu í tí arktiska økinum eru tíð og pengar. Teir vísa á, at tað fer at taka millum fimm og átta ár at seta eina gassleið sum Shtokman-leiðina í Sibir í framleiðslu, og at tað skulu gerast risastórar íløgur øll hesi árini, uttan at nøkur vissa er fyri, at, at prísirnir og eftirspurningurin eru nøktandi, tá framleiðslan eina ferð fer í gongd.
-Tá vit so tosa um at útvinna olju- og gass til upp undan havbotninum langt frá landi, verður tann fíggjarligi tørvurin munandi størri og tíðarskeiðið frá fundi til framleiðslu uppaftur longri enn uppi á landi, og so mikið størri verður óvissan, um verkætlanin yvirhøvur er fíggjarliga lønandi, skriva teir amerikonsku serfrøðingarnir.
Hitin kann hjálpa
Allar framrokningar vísa, at tann stóri vøksturin í heimsins oljunýtslu í komandi árum verður uttan fyri Evropa og Norðuramerika og sostatt ikki nærhendis teimum arktisku økjunum. Tað hevur við sær, at tann arktiska oljan skal flytast langan veg, og tað er ikki nakar fyrimunur fyri útveganarkostnaðin. Men her kemur náttúran kanska oljuídnaðinum til hjálpar. Í ár hava handilsskip siglt allan vegin fram við landi norðan fyri Sibir, og kunnu tangaskip sigla til Arktis eftir oljuni meginpartin av árinum, broytir tað í hvussu er tann partin av myndini.
-Frágreiðingin hjá amerikanska orkumálaráðnum er kanska ikki serliga hugvekjandi lesnaður hjá teimum, sum ganga við dreyminum um Grønland sum tað næsta oljuævintýrið, skrivar danski tíðindamaðurin Keld Louie Pedersen í Jyllandspostinum. Hann vísir á, at hørð kapping er um tann váðafúsa kapitalin, og at í løtuni tykist altjóða oljuídnaðurin hava hava serligan áhuga fyri møguligum oljuleiðum langt undir havbotninum í Meksikanska Flógvanum og úti fyri brasilsku strondini.
-Tað er so dýrt at leita eftir og at útvinna olju i Meksikanska Flógvanum og við brasilsku strondina, at kostnaðurin er kanska á leið tann sami sum í tí arktiska økinum. Men hini viðurskiftini eru ikki tey somu, og tá saman um kemur, man tað vera lættari at fáa fólk at arbeiða í Meksikanska Flógvanum ella í Brasil enn norðuri í Arktis, skrivar Keld Louie Pedersen.
(Kelda: Jyllandsposturin)