Umhvørvisfelagsskapir og onnur seta nú spurnartekin við, at oljufelagið Cairn hevur fingið loyvi at bora eftir olju á 650 metra dýpi við Vesturgrønland. Grønlendska landsstýrið hevur givið felagnum loyvi til borginina, hóast landsstýrið aftan á oljuvanlukkuna í Meksikoflógva í fjør segði, at tað fór bara at loyva boringum á grunnum vatni.
Politiken skrivar í dag, at landsstýrið fær nú ákoyringar frá grønlendska kommunufelagnum, Kanukoka. Felagið skrivar í einum hoyringarsvari til landsstýrið, at boringin í ár verður á so stórum dýpi, at eingin tøkni er tøk til at rudda í arktiskum øki, skuldi eitt óhapp hent.
Kommunufelagið og grønlendskir umhvørvisfelagsskapir eru eisini misnøgd við, at Cairn hevur fingið loyvi til at lata 45 tons av kemiskum evnum út í sjógvin í sambandi við hvørja royndarboring. Tey vísa á, at í 2009 lótu oljufeløgini í danska partinum av Norðsjónum 1,4 tons av slíkum evnum út í havið.