Ivi um nýggjan oljusáttmála

Ivi hevur tikið seg upp um nýggja sáttmálan millum donsku stjórnina og A.P. Møller um oljuna í Norðsjónum. Ivi er bæði um tað búskaparliga og tað løgfrøðiliga

Danskir serfrøðingar seta nú spurnartekin við tann nýggja sáttmálan, sum stjórnin hevur gjørt við A.P. Møller.
Sambært stjórnini fer sáttmálin at geva ríkiskassanum tvær milliardir krónur afturat um árið hetta til 2012, men hesum ivast ein av teimum trimum vísmonnunum, Jørgen Birk Mortensen, í. Við Politiken sigur hann, at eykainntøkan hjá tí almenna er tengd at oljuprísinum og dollarakursinum, sum hækka og lækka, og tí heldur hann ikki, at tað ber til at siga, hvat ríkiskassin fær burtur úr sáttmálanum.
Eitt annað er tað løgfrøðiliga í sáttmálanum. Henrik Zahle, professari í statsrætti á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, segði við Jyllandspostin í gjár, tann nýggi sáttmálin er kanska í stríð við donsku grundlógina. Sambært sáttmálanum skal oljuskatturin ikki hækka tey næstu 39 árini, og hetta stríðir møguliga ímóti grundlógini, sigur Henrik Zahle, tí hendan reglan í sáttmálanum forðar komandi fólkatingum at hækka oljuskattin.