ST-mannarættindakommiserurin, Mary Robinson, er ógvuliga greið í sínari talu, tá tað snýr seg um fangarnar í Guantanamo. Hon sigur, at teir eru krígsfangar og skulu viðfarast sum slíkir sambært teimum altjóða reglum, sum galda á tí økinum.
Bretska stjórnin sigur eisini, at menninir eru krígsfangar, og stjórnin í London hevur gjørt amerikanarunum greitt, at teir bretsku ríkisborgararnir, sum eru millum fangarnar, skulu flýggjast bretskum myndugleikum. Bretland hevur gjørt greitt, at landið góðtekur ikki, at amerikanarar møguliga fara at døma teir bretsku ríkisborgararnar til deyða. Sambært amerikanska verjumálaráðnum eru umleið 20 av teimum fangunum, sum higartil eru komnir til Kuba, bretskir ríkisborgarar.
Løgfrøðiligt ongamannaland
Norski fólkarættarserfrøðingurin, Arne Willy Dahl, segði við norska blaðið Aftenposten í gjár, at tað er trupult at avgera, hvat slag av fangum talan er um í hesum máli, men hann sigur seg bíða við spenningi eftir, hvussu amerikanska stjórnin ætlar at sleppa uttan um Genéve-sáttmálan um rættindini hjá krígsfangum.
Arne Willy Dahl sigur, at enn hava amerikanararnir ikki sagt beinleiðis, hvørjir fangarnir í Guantanamo eru.
- Vit mugu tó ganga út frá, at hetta eru menn, sum hava verið í afghanska herinum, og sum hava stríðs ímóti amerikanarunum, og tá hevur tað minni at siga, um menninir eru afghanar, pakistanar, arabarar ella bretar, sigur Arne Willy Dahl.
Hann sigur seg ivast í, at nakar av monnunum kann skrásetast sum leiguhermaður, tí tað er einki, sum bendir á, at menninir hava virkað hermenn við fíggjarligum vinningi fyri eyga, sigur hann.
Norski fólkarættarserfrøðingurin ásannar, at málið er eitt sindur fløktari, um talan er um menn úr Al-Qaeda, og at vit tá nærkast einum løgfrøðiligum ongamannalandi.
- USA kann uppfata al-Qaeda sum ein yvirgangsfelagsskap, sum skipaði fyri atsóknunum tann 11. september í fjør, og sum brýtur allar reglur og siðvanar í kríggi. Men er hetta amerikanska uppfatanin, tá átti tað at verið løgreglan og ikki hervaldið, sum tók menninar. Hervaldið kundi kanska hjálpt løgregluni, sigur Arne Willy Dahl.
Hann heldur, at USA tulkar málið soleiðis, at landið hevði rætt til hernaðarligt mótálop við at kalla fangarnar "lógleysar krígsmenn". Sjálvur heldur norski serfrøðingurin, at tað hevði verið rættari at kalla teir "ikki-lógligar stríðsmenn".
Sum aðrir fangar
Spurdur beinleiðis, um menninir eiga at verða roknaðir sum krígsfangar, svarar Arne Willy Dahl:
- Teir eru í hvussu er fangar, og USA hevur rætt til at taka teir, um afghanska stjórnin hevur givið amerikanarunum loyvi til tess. Og enn hava vit ikki hoyrt nakað mótmæli frá stjórnini í Kabul. Harafturat hevur USA fullan rætt til at flyta menninar til Guantanamo, sum herstøðin er undir amerikanskum lóggávuvaldi, hóast hon er á Kuba.
Arne Willy Dahl leggur afturat, at tá amerikanarar hava valt at flyta fangarnar úr Afghanistan, má tað vera tí, at amerikanarar ætla at leggja revsimál ímóti teimum. Gera teir tað, hava fangarnir somu rættindi sum onnur álærd. Verða teir dømdir til deyða, skulu amerikansku myndugleikarnir kunna myndugleikarnar í londunum, haðani fangarnir eru, um deyðadómin, og ávísar reglur eru fyri, nær deyðadómurin kann fremjast í verki, sigur norski fólkarættarserfrøðingurin.