Altjóða metingarfyritøkan Fitch Rating ivast í, at teir smáu og meðalstóru bankarnir í Danmark verða førir fyri at útvega sær kapital á altjóða fíggjarmarknaðinum, tá lánini, sum bankarnir hava fingið við statsveðhaldi, renna út í 2013. Tað skrivar Børsen í dag.
-Teir donsku bankarnir hava nógv lán, sum skulu endurfíggjast í 2012 og 2013, og soleiðis sum marknaðurin er, verður tað ein stór avbjóðing hjá teimum at útvega peningin til ein rímiligan kostnað. Tí verða bankarnir noyddir at hugsa um aðrar møguleikar so sum samanleggingar og yvirtøkur, sigur Michael Steinbart, sum heldur eyga við tí danska marknaðinum, við Børsen.
Metingarfyritøkan Moody's hevur fyrr sagt, at hon stúrir fyri teimum donsku bankunum.









