Ivi um amerikansku prógvini

Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Colin Powell, skal eingin vera í iva um, at prógvini, sum hann legði fyri ST-trygdarráðið, eru haldgóð, men tey ivingarsomu lótu seg ikki sannføra

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Hóast amerikanski uttanríkisráðharrin nýtti bæði myndir, avlurtingar og fregnartænastufrágreiðingar, tá hann royndi at sannføra limirnar í ST-trygdarráðnum um, at Irak hevur hópoyðingarvápn, tóktist tað ikki sannføra tey londini, sum frammanundan ivaðust í, hvussu gott amerikanska grundarlagið fyri einum møguligum álopi var.
Russiski uttanríkisráðharrin, Igor Ivanov, vissaði sín amerikanska starvsbróður um, at hann hevði lurtað væl eftir tí, sum hesin hevði sagt. Hann helt, at londini eiga nú at kanna amerikanska próvtilfarið, og meðan tað verður gjørt, skulu kanningarnar hjá vápnaeftirlitsmonnunum halda fram.
Frakland ávaraði eisini trygdarráðið ímóti at leypa framav. Dominique Villipin, uttanríkisráðharri, viðgekk, at Irak hevur ikki gjørt, sum landinum er álagt, og hann mælti til at tvífalda ella trífalda talið á eftirlitsmonnum, samstundis sum flogeftirlitið skal økjast.
Kinesiski uttanríkisráðharrin, Tang Jiaxuan, helt, at so leingi tað er møguligt at loysa kreppuna á friðarligan hátt, eiga allir partar at virka fyri tí.
Bara tann bretski uttanríkisráðharrin, Jack Straw, segði seg hava fult álit á amerikansku prógvunum.
Standa Russland, Kina og Frakland við sítt, noyðist USA helst at sleppa vónini um stuðul frá trygdarráðnum, tí øll trý londini hava sýtingarrætt í ráðnum, men George W. Bush, forseti hevur sagt, at støðan hjá trygdarráðnum verður ikki avgerandi fyri ta avgerð, sum hann fer at taka.