Ivi sáddur um rættindi føroyinga


Í morgin verður fundur í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina. Landsstýrið ætlar fyrst og fremst at gera status og kanna, hvussu komast kann víðari í samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Ikki sørt, at støðan tykist ørkymlandi, tí í brævi boðar Nyrup frá, at samráðingarnar "ikke kann kann tages som udtryk for, at Danmark anerkender Færøerne som et selvstændigt folkeretssubjekt".



 


Fyrrapartin í gjár beyð landsstýrið til tíðindafundar, eftir at fundurin við Frank Jensen er farin framvið og í samband við, at fundur verður millum landsstýrið og donsku stjórnina í morgin í Keypmannahavn.

Eftir fund við Uttanlandsnevndina, vóru tíðindafólk boðin til fundar í Tinganesi. Løgmaður Anfinn Kallsberg gjørdi greitt, at dagskráin fyri fundin í Keypmannahavn er at gera status og taka upp yvirordnaðu prinsippini viðvíkjandi suvereniteti.

Løgmaður greiddi frá, at roynt verður á fundinum í Keypmannahavn at koma til eina niðurstøðu. Føroysku samráðingarfólkini hava biðið um, at ein felagsorðing verður gjørd eftir fundin, men hetta verður ikki gingið á møti. Danska stjórnin metir, at enn er ov tíðliga.


Ivi sáddur

Helena Dam á Neystabø, Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal greiddu frá á tíðindafundinum. Fremsta á skránni er at fáa gjørt status og fáa greiðu á, hvussu farast kann fram víðari.

Tíðindafólk løgdu til merkis, tá brævaskiftið millum løgmann og danska forsætisráðharran varð býtt út, at Poul Nyrup kemur við merkisverdari orðing.

Hann sigur m.a. í brævi til løgmann fyrradagin 23/10-2000, "at der nu iværksættes egentlige forhandlinger.....ikke kan tages som udtryk for, at Danmark nu anerkender Færøerne som selvstændigt folkeretssubjekt".

Greitt er, at ivi er sáddur um, hvørt føroyingar eiga nakran rætt ella avgerðarrætt viðvíkjandi fullveldi ella suvereniteti.

Landsstýrisfólkini løgdu dent á, at tað er av stórum týdningi, at hesin setningur hjá Nyrup ikki sleppur at hanga í luftini.

- Hann má manast í jørðina, segði Helena Dam á Neystabø.


Frumrættur

Løgmaður og varaløgmaður løgdu dent á, at neyðugt er at gera greitt, at júst hetta er ikki eitt samráðingarevni. Landstýrisfólkini gjørdu greitt, at rætturin hjá føroyingum at taka støðu til Føroya framtíð er ein frumrættur, ið føroyingar eiga.

- Henda rætt mugu vit ikki lata. Ikki nú ella um hundrað ár, segði Helena Dam á Neystabø.

Høgni Hoydal helt vera sera álvarsamt, at ivi soleiðis er sáddur um rættindi føroyinga viðvíkjandi suvereniteti ella hvørt vit eru sjálvstøðug tjóð.

- Vit mugu gera greitt, at tað er ikki samráðingarevni, hvørt vit hava rættin. Vit skulu samráðast um treytirnar og mannagongdina, segði Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal helt, at eftir fundin við Frank Jensen er greitt, at ongar tekniskar forðingar eru. Stundin er komin til eina niðurstøðu, tí eftir fleiri samráðingarumfør er einki ítøkiligt komið á papírið.

- Eingin meining er longur í at skriva long notat og brøv, segði Høgni Hoydal.

Anfinn Kallsberg metti neyðugt vera at koma burturúr donskum statsrætti og yvir í fólkarætt.


Nýggj støða

Uppá fyrispurning um, hvørt samráðingarnar nú aftur eru har, ið byrjað varð, segði løgmaður, at tað kann møguliga sigast so, men júst tí er neyðugt at gera status og koma til niðurstøður. Samstundis sæst, hvørt partarnir kunnu semjast um nakað.

Á tíðindafundinum í gjár slapst ikki undan, at reglurnar hjá Nyrup til løgmann fyrradagin spøktu aftur og aftur.

Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrið vil hava forsætisráðharran at føra fram, at hann er samdur í, at rættur og støðutakan viðvíkjandi Føroya framtíð liggur í Føroyum.

- Ger hann ikki tað, so eru vit í eini heilt nýggjari støðu, men eg trúgvi ikki, at tann støðan kann taka seg upp, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður.

Landsstýrisfólkini vóru samd um, at suvereniteur er ein sjálvfylgja. Bert skal samráðast og leggjast tilrættis hvussu. Talan er um frumrætt, ið ikki er samráðingarevni.

Sostatt er greitt, at landsstýrið fer til Keypmannahavnar at gera staus og gera niðurstøðu. Samstundis skal sláast fast, at rætturin til at taka avgerðir um framtíð Føroya liggur í Føroyum og at hetta ikki er samráðingarevni í sjálvum sær.

Nær føroyingar kunnu vænta at sleppa til fólkaatkvøðu um framtíðatstøðu Føroya, vildi løgmaður ikki siga nakað um á tíðindafundinum, tí tað helt hann vera ov tíðliga.