Iveco Daily í 21 ár

Tað eru 21 ár síðani, at Iveco Daily kom á marknaðin á fyrsta sinni. Í fjør - tjúgunda árið hjá bilinum - vóru seldir 75 túsund bilar, og verða teir, sum eru framleiddir í Kina roknaðir við, verður talið 100 túsund. Tilsamans síðan 1978 eru seldir um ein millión Iveco bilar, og gevur tað Iveco eitt fjórðapláss á evropiska marknaðinum.

Tøkniligar broytingar eru framdar. Ein tann størsta var helst í 1984, tá fyrsti diesel turbo kom á marknaðin. Í 1989 fekk bilurin eina andlitslyfting. Seinn andlitslyftingin var í 1996 - og í ár hevur Iveco latið eina púra nýggja útgávu á marknaðin