Ungi miðvallarin, Filip Djordjevic, sum í ár hevur verið millum teir mest eyðsýndu leikararnar á Víkinga liðnum, noyddist undir dystinum móti ÍF sunnudagin, at fara av vøllinum við skaða.
Fyrstu ábendingarnar vóru, at talan var um rættuliga álvarsaman skaða, av tí at talan var um liðbond í knænum hjá Filip Djordjevic.
Ein dyggur smeitur hjá Víkingi, sum komandi tveir dystirnar, skal spæla mest týðandi dystirnar í kappingarárinum, tá teir fyrst skulu spæla oddadyst í Effo-deildini móti B36, og síðani skulu spæla steypafinalu á Tórsvølli móti NSÍ.
Tað er tó ikki greitt enn, um skaðin hjá Filip Djordjevic er so mikið álvarsamur, at hann má sita uttanfyri til dystirnar.
- Eg dugi ikki at siga hvussu tað gongur við skaðanum. Eg havi fingið at vita, at tað kann vera alt frá nøkrum døgum til fleiri vikur.
- Í mun til sunnudagin, so merki eg at tað gongur framá, men tá talan er um knæðið er tó umráðandi at ansa eftir, sigur Filip Djordjevic.
21 ára gamli Filip Djordjevic hevur spælt við Víkingi síðani í 2012, tá hann skifti til felagið frá KÍ.










