Bygdaleiðir
Tað er ivasamt, um nøkur rutukoyring verður í Suðuroy eftir nýggjár. Teir, sum koyra í dag, sleppa ikki at halda fram, og ein fundur hevur verið við tann, sum hevði lægsta boð, tá koyringin varð boðin út. Men eingin avtala er gjørd.
Tá tilboðini upp á rutukoyringina komu inn, hevði eitt felag undir stovnan, sum ikki koyrir í løtuni, lægsta tilboðið. Eftir at tilfarið var kannað, varð gjørt av at samráðast viðari við tað felagið, meðan hinir, sum boðið høvdu, ikki hava fingið fundarboð.
Ein teirra, Uni Mortensen á Tvøroyri, sigur, at hann veit í veruleikanum ikki, um hann er keyptur ella seldur. Hann veit bara munnliga, soleiðis meira ella minni, sigur hann, at hann fær onga koyring. Hann hevur eingi skrivlig boð fingið, men hevur frætt, at ein annar hevur verið til samrøðu, og tað skilir hann soleiðis, at hann skal ikki halda fram.
Michael Pauli Johansen á Tvøroyri, sum stendur aftan fyri nýggja felagið, sum hevur boðið upp á koyringina í Suðuroy, váttar fyri Sosialinum, at hann hevur verið á einum fundi við Strandferðsluna um koyringina.
Einki er avgjørt enn, sigur hann, og vil annars ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.
Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at í næstu viku verða sáttmálarnir helst undirskrivaðir.
Órímiligt
Uni Mortensen, sum higartil hevur verið ein teirra, sum koyrt hevur, hevur eisini boðið upp á koyringina eftir 1. januar. Men hann hevur so einki frætt aftur. Og av tí at hansara boð ikki var tað lægsta, og hann umvegis hevur frætt, at aðrir hava verið á fundi við Strandferðsluna, tekur hann sum givið, at hann ikki skal koyra eftir nýggjár.
?Tað mugu vit so taka við, tá vit ikki klára at koma við einum boði, sum er kappingarført. Men eg haldi tað vera órímiligt bæði móti okkum og tí, sum fær koyringina, at einki er avgjørt enn, minni enn ein mánaða áðrenn nýggja skipanin skal byrja, sigur Uni Mortensen.
Sosialurin hevur frætt, at tann, sum eftir øllum at døma fær koyringina, hevur ongar bussar. Líkt er til, at tað verður felagið hjá Mikkjali Paula Johansen, men hann vil ikki upplýsa, um hann hevur bussar tøkar á nýggjárinum ella ikki.
Hinvegin sigur Uni Mortensen, at teir, sum nú koyra, halda seg ikki hava nakra skyldu at halda fram eftir nýggjár, tá teirra sáttmálar ganga út.
Strandferðslan hevur annars arbeitt við at fáa teir at halda fram við fyribilsloysnum, meðan samráðst verður um nýggju sáttmálarnar.
Fara aðrastaðni
Tann møguleikin kann vera til staðar, har samráðingar eru við teir somu, sum hava koyringina í dag.
Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, sigur, at í øllum førum uttan einum, eru samráðingar við teir, sum í dag koyra. Hann vil kortini ikki vátta, at tann eini er úr Suðuroy.
Um fyribilsloysnirnar sigur hann, at tí møguleikanum hava teir arbeitt við, men at tann ætlanin nú er slept.
Uni Mortensen vísir á, at møguleikin fyri, at koyringin í Suðuroy heldur uppat á nýggjárinum, als ikki er órealistiskur.
?Vit hava onga orsøk til at fara at halda fram nakrar dagar ella vikur, tá vit vita, at vit ikki sleppa at koyra kortini, sigur hann. Eisini er tað so, at fleiri av bussførarunum eru longu farnir at finna sær onnur størv, tí teir skulu eisini hava eina inntøku í januar.
Ov nógvir endar
Tað eru ov nógvir leysir endar í hasum málinum, sigur Uni Mortensen. hann vísir á, at ógreitt er, hvussu verður við skúlabarnaflutninginum, sum er ein stórur partur av flutninginum hjá Bygdaleiðum.
Skulu Bygdaleiðir framvegis røkja hesa koyringina? Ella skulu kommunurnar sjálvar bjóða hana út uttan um hina koyringina? Og hvussu passa tilboðini so? spyr Uni Mortensen.
Tað verður eingin fíggjarligur missur sum so hjá teimum, sum ikki sleppa at halda fram, sigur Uni Motensen. Strandferðslan hevur bundið seg til at yvirtaka gomlu busarnar, so eigararnir ikki koma illa fyri av, at aðrir fara at røkja ruturnar.
Men hann ivast í, hvussu realistiskt tað er at vænta, at ein nýggj ruta kann byrja á nýggjárinum, tí í útbjóðingartilfarinum standa sera nágreiniligar reglur fyri, hvussu busarnir skulu vera.
Teir skulu vera nýggir. Skulu hava ávísan lit og klára ávísan standard. Eingir slíkir bussar eru í dag í Suðuroy, sum skilst, og heldur ikki bara soleiðis at fáa hendur á í landinum.
So skulu teir flytast inn. Men at keypa brúktar ber ikki til, um teir ikki skulu vera ov gamlir, áðrenn sáttmálin við Strandferðsluna gongur út.
Og at fáa nýgjan buss til 1. januar, er ikki hugsingur um. Tað tekur minst einar sjey mánaðar at smíða ein nýggjan buss, vísir Uni Mortensen á.
Hann er ikki nøgdur við tíðarfreistina, givin er í samband við útbjóðingina.
?Um tað so var klárt hálvan november, sum tað stendur í útbjóðingartilfarinum, bar tað ikki til at fáa nýggjar bussar kortini, sigur hann.