Ivasamt um Peter Krogh spælir landsdystirnar

Peter Krogh er í tvístøðu millum landsliðið og familjuna

Føroyska A-landsliðið byrjar ferðina til Montenegro í morgin, men tað er ivasamt um ein av stóru profilunum verður við á ferðini.

 

Peter Krogh bíðar í hesum løtum eftir at gerast pápi fyri aðru ferð, og tað tekur sína tíð. Unnustan hjá føroyska landsliðsleikaranum var sett til seinasta týsdag, men framvegis bíðar parið eftir føðiteknum.

 

Peter Krogh greiðir fyri in.fo frá, at hann í løtuni er í bíðustøðu. Hann ætlar sær at vera til staðar tá ið unnustan skal føða, og tí ber ikki til at siga, um hann nær at stilla upp til dystin í Montenegro mikudagin, og í ringasta føri verður eisini dysturin móti Danmark leygardagin av ongum.

 

Føroyar spæla móti Montenegro mikudagin klokkan 16.30 og móti Danmark leygardagin klokkan 15.10