Ivasamar veljarakanningar

Av tí at teir amerikonsku kanningarstovnarnir brúka ymsar hættir, veit eingin við vissu, hvat veljararnir veruliga halda

Forsetavalið fyri fýra árum síðani avdúkaði, at tey, sum høvdu ábyrgdina av valinum í Florida, høvdu ilt við at telja rætt. Nú vísir tað seg, at heldur ikki teir amerikonsku kanningarstovnarnir hava skil á, hvat veljararnir veruliga halda. Er George W. Bush langt framman fyri Kerry, ella stendur tað á jøvnum ímillum hann og John Kerry? Eingin veit tað við vissu.

Amerikanskir eygleiðarar siga, at tær neyvastu kanningarnar eri tær, sum flokkarnir sjálvir gera, men trupulleikin er, at teir vilja ikki avdúka úrslitið. Kortini halda eygleiðararnir, at Bush man liggja ímillum trý og fimm prosent framman fyri Kerry.

Men hetta er langt frá tí, sum kanningarnar hjá kanningarstovnunum vísa. Hjá Gallup fær Bush 55 prosent og Kerry 42, og New York Times gevur Bush 50 prosent og Kerry 42. Men í einari kanning hjá Pew-stovninum fáa teir báðir 46 prosent í part, og tað eru eisini kanningar, sum siga, at Kerry er eitt prosent framman fyri Bush.

Amerikonsku eygleiðarar siga, at veljarakanningarnar eru ikki líka álítandi sum fyrr. Teir vísa millum annað á, at fyrr ringdu stovnarnir til heimatelefonirnar hjá fólki, men í dag er vanligt, at teir ringja til fartelefonirnar uttan at kanna, hvør er í hinum endanum, hvaðani viðkomandi er, ella um viðkomandi er skrásettur sum limur í øðrum flokkinum.