Ivan: Uruguay-Ongland ein ógloymandi uppliving

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við Ivan Eginsson Eysturland her

Fyri lítlari løtu síðani ringdi in.fo/Rás2 til Ivan Eginsson Eysturland, sum er staddur í Brasil í hesum døgum.

 

Ivan var hjástaddur til dystin millum Uruguay og Ongland, sum Ivan lýsir sum eina ógloymandi uppliving. Ivan hevði nógv um at verða áðrenn dystin, tí fjepparar hjá Uruguay, sum kendu hann aftur frá sjónvarpslýsingunum, sum vóru tiknar upp í Føroyum í mai vildu heilsu uppá hann og taka eina mynd. Ivan staðfestir, at tað er ikki ein persónur í Uruguay í dag, sum ikki veit hvat Føroyar er, aftaná sjónvarpslýsingarnar gjørdist kendar í lítla suðuramerikanska landinum.

 

Ivan var eisini til dystin hjá Uruguay, sum teir taptu ímóti Kosta Rika. Ivan er ógvuliga hugtikin av Kosta Rika, og nú vónar hann, at Uruguay fer at koppa Italia.

 

Ivan dylur ikki hvussu stóran týdning Luis Suarez hevur fyri Uruguay. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Ivan Eginsson Eysturland. Tíverri er ljóðgóðskan á hoteltelefonini, sum vit ringdu til ikki meir enn næstbest.