Ítrótturin skal vera fyri øll

Fimleikafelagið Støkk hevur eisini avtalu við Í menniskjum góður tokki.

Sum nevnt aðrastaðni eru ikki óvanligt, at ítróttarfeløg lata børn úr fátøkum familjum sleppa undan limagjaldinum.

 

Fimleikafelagið Støkk í Runavík sigur, at tey, eins og B36, hava gjørt eina avtalu við Í menniskjum góður tokki. 

- Vita vit, at onkur familja stríðist fíggjarliga, so strika vit luttøkugjaldið í samstarvi við Í menniskjum góður tokki, sigur Sigmar Davidsen, nevndarformaður í fimleikafelagnum Støkk.

 

Innan fimleik eru bæði breiddarlið og elitulið og Sigmar Davidsen ásannar, at tað kann gerast dýrt hjá eini familju, serliga um fleiri børn eru við á elituliðum.

- Í útgangspunktinum royna vit tað vit kunnu, at halda limagjaldinum niðri, bæði fyri breiddarlið og fyri elitulið, og til dømis liggur limagjaldið hjá okkum væl lægri enn hjá feløgunum í Havn, sigur Sigmar Davidsen.