Ítróttafagnaðurin: Her eru øll tey sum vóru heiðrað í kvøld

Her er yvirlitið við teimum átta heiðrunum

Eitt væleydnað heiðurstiltak hjá ÍSF í einum stásiligum og góðum hølum er avgreitt.

 

Fyri serliga hondbóltin var talan um eitt minniligt tiltak. Hondbólturin fekk fimm av átta heiðrum í kvøld. 

 

Tey sum vóru heiðrað á Ítróttafagnaðinum í Varpinum í Klaksvík í kvøld vóru:

 

ÍtróttaNAVNIÐ - Jana Mittún

 

Heiðursskjal Poul E. Petersen - Jústines Justinussen

 

ÍtróttaVENJARIN - Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen

 

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ - U21 landsliðið hjá monnum í hondbólti

 

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN - Hansina Nesá

 

ÍtróttaELDSÁLIN - Jórun Biskopstø og Jórun F. Jacobsen

 

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN - Hósvíkar róðrarfelag

 

ÍtróttaLØTAN - Kvinnulandsliðið í hondbólti (27-25 HM-sigurin á Spania, avgerandi málið)