Italskur kokainkongur tikin

Italski mafiubossurin, Roberto Pannunzi, er blivin umrøddur sum heimsins størsti kokainsmuglari og “tann italski Pablo Escobar”, men nú sær tann tilveran sær út til at hava fingið ein enda.

Pannunzi varð tikin í eini handilsmiðstøð í colombianska høvuðsstaðnum, Bogota, og tí kann hann vænta sær at verða sendur heim til Italia, har rættarskipanin er klár at taka ímóti honum.

Tá hann varð tikin, hevði Roberto Pannunzi følsk venezuelansk pappír uppi á sær, men tað hjálpti honum ikki, og nú verður hann sendur heim til Italia.

– Hann er tann einasti, ið kann skipa keyp og sølu av kokaini í nøgdum, sum eru størri enn trý tons, sigur Nicola Gratteri, statsadvokatur í Reggio Calabria.

Italski narkobarónurin hevur krógvað seg í útlegd, síðani tað í 2010 eydnaðist honum at sleppa til rýmingar, eftir at hann á einum sjúkrahúsi í Rom hevði fingið eina hjartaskurðviðgerð, meðan hann annars var í varðhaldi hjá politiinum.