Italskt handilsskip rænt

Somaliskir sjórænarar hava rænt eitt italskt handilsskip og manningina, sum telur 23. Italsku myndugleikarnir siga, at tað eydnaðist skiparanum at senda neyðarkall, áðrenn sjórænararnir tóku ræðið á skipinum. Hetta var stutt fyri klokkan seks í morgun okkara tíð, og síðani hevur eingin hoyrt frá skipinum.

Sambært italsku myndugleikunum eru tað sjey italiumenn, 10 ukrainar og seks indarar, sum manna skipið. Sjórænararnir eru fimm í tali.

Tað italska skipið varð rænt góðar 500 fjórðingar eystur úr somalisku strondini. Herskip og flogfør eru farin at leita eftir skipinum.