Italska løgreglan hevur tikið ein 63 ára gamlan mann, sum skal hava fjalt og neyðtikið dóttir sína í 25 ár Løgreglan í býnum Torino sigur, at pápin byrjaði at misnýta gentuna, tá hon var níggju ára gomul. Øll árini hevði hann gentuna sitandi í einum myrkum rúmi.
Í 1994 eydnaðist tað gentuni at flýggja og at boða løgregluni frá, men tað eydnaðist pápanum at sannføra myndugleikarnar um, at gentan hevði sálarligar trupulleikar, so hann kundi fáa hana heimaftur. Eftir hetta hildu neyðtøkurnar fram í 15 ár afturat.
Herfyri fekk løgreglan í Torino eina ábending um, hvat var á vási heima hjá manninum, og hann er nú tikin og settur í varðhald. Ein 41 ára gamal sonur hansara er eisini tikin, tí hann skal hava misbrúkt síni børn, sum eru tólv, átta og seks ár.
Tann misbrúkta kvinnan er í dag 34 ára gomul.