Italia gav Bosnia ein skarpan gang

Allir hondbóltsáhugaðir føroyingar vóna, at tað føroyska hondbóltslandsliðið fer at taka síni fyrstu stig í heimadystinum í EM-undankappingini ímóti Italia leygardagin.

 

Eingin ivi skal kortini vera um, at talan verður um eina ríkiliga stóra avbjóðing, tá fyrstu stigini skulu fáast til høldar. Italia spældi í kvøld á útivølli ímóti Bosnia Herzogovina, og tapti italiumenn tepurt 31-28 til Bosnia Herzogovina. Støðan í hálvleikinum var 19-16 til heimaliðið, og megnaðu italiumenn at fylgja heimaliðnum næstan allan vegin. Tá Føroyar spældu í Bosnia gjørdist talan um eitt stórtap uppá 45-28, aftaná hálvleiksstøðuna 21-12 til Bosnia.