Ein jarðskjálvti hevur aftur rakt Italia.
íðliga í morgun rakti ein jarðskjálvti, ið máldi 6.6 á Richter stiganum, Italia, ið fyrr í summar eisini upplivdi ein sterkan jarðskjálvta. 300 fólk mistu lívið í tí skjálvtanum.
Higartil er eingin funnin deyður eftir hendan skjálvtan, men fleiri eru komin til skaða.
Tað var ein sera harður skjálvti, hvørs kjarna var mitt í landum, men sum eisini merktist langt sunnanfyri í Italia.
Borgarstjórin í einum býi, ið fór illa, sigur, at hetta er ræðuligt, tí nógvir býir eru farnir í sor. Nógvir av býunum vórðu longu frammanundan illa raktir av tí fyrr skjálvtanum.
Nógvir av býunum, ið blivu raktir vóru longu fólkatómir, tí íbúgvar vórðu farnir tá fyrri skjálvtin rakti og vórðu ikki komnir aftur.