Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at tað er ikki rætt, at Ísrael fremur fólkamorð í Gazageiranum.
Tað er Suðurafrika, sum hevur kært Ísrael fyri Altjóða Dómstólin (ICJ), har landið verður skuldsett fyri fólkamorð.
Ísraelski forsætisráðharrin er als ikki samdur og sigur, at tað eru lygnir, sum verða førdar fram í ovasta dómstóli hjá ST.
- Vit stríðast ímóti yvirgangi, og vit stríðast móti lygnum, segði forsætisráðharrin í gjár, eftir at rættarfundirnir í ICJ vóru byrjaðir.
Benjamin Netanyahu segði, at í dag síggja vit ein heim, sum er vendur á høvdið, sum hann tók til.
- Vit verða skuldsett fyri fólkamorð, meðan landið stríðist ímóti fólkamorði.
Ísraelski forsætisráðharrin vísti á Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober og segði, at teir drupu, neyðtóku, brendu, lamløstaðu og hálshøgdu.
Suðurafrika heldur, at Ísrael fremur fólkamorð í Gazageiranum.
- Vit halda fast við okkara rætt at verja okkum, til fullur sigur er vunnin, sigur Benjamin Netanyahu.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.











