EM-undankappingin: Ísrael má spæla tveir heimadystir í Ungarn

Ísraelska fótbóltslandsliðið má spæla EM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Sveis og Rumenia í Ungarn

Ísraelska fótbóltslandsliðið sum skal spæla fýra EM-undankappingardystir innanfyri níggju dagar má spæla tveir heimadystir í Ungarn, hetta orsaka av ótryggu støðuni í Ísrael.

 

Orsaka av yvirgangsálopinum og krígnum móti Hamas mátti UEFA útseta tveir EM-undankappingardystir hjá Ísrael fyri trimum vikum síðani.

 

Talan var um ein útidyst móti Kosovo, og ein heimadyst móti Sveis.

 

Nú hevur UEFA tikið avgerð um, at Ísrael spælir útsettu dystirnar á útivølli móti Kosovo 12. november og heimadystin í Ungarn móti Sveis 15. november.

 

Harumframt má Ísrael spæla spæla ein heimadyst móti Rumenia í Ungarn 18. november, og ein útidyst móti Andorra 21. november. 

 

Ísrael hevur enn møguleika at røkka tveimum teimum ovastu plássunum í undanbólki I.

 

Støðan:

 

1. Rumenia 8 dystir 16 stig

 

2. Sveis 7 dystir 15 stig

 

3. Ísrael 6 dystir 11 stig

 

4. Kosovo 7 dystir 7 stig

 

5. Belarus 8 dystir 6 stig

 

6. Andorra 8 dystir 2 stig