Ísrael fingið lista við 11 gíslum

Ísrael hevur fingið ein lista við 11 gíslum, sum Hamas helst fer at lata leysar í dag.

 

Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar ísraelska blaðið Haaretz í morgun.

Eisini Times of Israel skrivar, at Ísrael hevur fingið ein lista, men sambært forsætisráðharraskrivstovuni eru enn »tingingar« viðvíkjandi listanum.

– Vit koma við nærri upplýsingum, tá tað er møguligt, sigur skrivstovan hjá forsætisráðharranum vegn Gal Hirsch, sum er gíslasamskipari hjá stjórnini, sambært Times of Israel.

 

 

Ammar Awad/Reuters/Ritzau Scanpix