Landsins forsætisráðharri, Benjamin Netanyahu, segði longu í gjár, at Ísrael er í kríggi – men í dag er hetta staðfest sum tann almenna tilgongdin, eftir at málið varð avgjørt á stjórnarfundi.
Krígsfráboðanin er latin í samsvari við artikul 40 í ísraelsku grundlógini, upplýsir pressuskrivstovan hjá ísraelsku stjórnini.
Fyri boðini í dag um almennu krígsfráboðanina, hevur Netanyahy sagt, at Ísrael fer at »hevna stórt« álopið frá hernaðarligu palestinsku rørsluni.