Íslendskur kokkur í Stokkastovuni

.

Stokkastovan fær í næstum nýggjan kokk, sum samstundis fer at taka sær av rakstrinum av matstovuni.

Hesin nýggi, íslendski kokkurin eitur Páll Høskuldsson og hevur frá ungum árum fingist við matgerð.

Páll er ættaður úr Reykjavík og fekk sum ungur útbúgving á matstovuni Askur. Síðan hevur hann verið í Danmark og hevur millum annað arbeitt sum yvirkokkur í Lemvig í Jyllandi.

Hann arbeiddi í fýra ár sum yvirkokkur í F.K. á Borgarnesi og hevur eisini havt matstovu í Bolungavík á Vesturlandinum.

Stokkastovan, har Páll Høskuldsson nú tekur við leiðsluni, hevur verið stongd í seinastuni orsakað av umvælingum.

Páll hevur gjørt nýggjan og betri matseðil, har pizza stendur frammalaga, verður sagt í tíðindaskrivi.

Nú latið verður upp aftur við nýggjari leiðslu, verður dansur hvørt vikuskifti. Hetta fyrsta vikuskiftið fara Kallar at spæla til dans, frættist úr Stokkastovuni.