Íslandsvegur 22

Av tí at eg í farnu viku varð lagdur undir at gera mannamun á fólki, loyvi eg mær við hesum at gera nakrar viðmerkingar til málið um íbúðir til fólk við sálarligum sjúkum og veikleikum.

 

Undarligt er tað at koma í fjølmiðlarnar og verða lagdur undir at gera mun á fólki, um tey bera sjúku ella ikki, tí tað er ikki mín vanliga hugsan. Síðan hava fólk, sum man møtir ella fólk sum ringja, spurt, er tað tú? Skilji eisini at ymist fer fram á face book. Lívið á Íslandsvegi hevur verið eitt lív í tolsemi (30 ár) millum grannar og onnur. Vit eru øll von at síggja og liva saman við fólki við serligum avbjóðingum, sum tað nú eitur. Her er Blindastovnur, Deyvahúsið, MBF,Sambýli fyri fólki við serligum avbjóðingum og nógv onnur, sum hava livað og starvast her, uttan at tað hevur elvt til trupulleikar ella aðrar illstøður, so fyri tað hevði tað væl borið til, at ung fólk við sálarligum sjúkum og veikleikum húsaðust á Íslandsvegi 22.  

 

Tað sum forargar meg mest er handfaringin av málinum í Útvarpinum og øðrum fjølmiðlum. Tíðindini verða borðin fram uttan, at man tryggjar sær at síggja brævið har grannar á Íslandvegi mótmæla at húsini verða nýtt til innivist hjá fólki við sjúku. Hetta er hampuliga grov ákæra móti okkum, sum búgva við Íslandsvegin, og tí eigur hetta at verða skjalprógvað, áðrenn tað verður borðið fram. Tá tað so vísir seg, at tað er nevndin fyri Bústaðir, sum á fundi hevur avgjørt at tað ikki er hóskandi at hava eitt “sovorði”  sambýli beint við nýggja býlingin, sum Bústaðir fer at byggja, eigur tíðindamaðurin/kvinnan at spyrja, hví hetta ikki er hóskandi. Formaðurin fyri nevndina slapp í øðrum førinum við at siga, at tað var ikki hóskandi fyri samansetingina av leigarunum, og í hinum førinum við at hann hevði onga viðmerking. Lætt er at finna hann og spyrja nærri, tí hann arbeiðir í útvarpshúsinum.

 

Eitt annað er, at húsini eftir mínum tykki ikki eru hóskandi at hýsa fólki við sálarligum sjúkum og veikleikum. Ikki veit eg hvussu húsini síggja út innan, men uttan eru tey ikki so, at tað er nøkur gleði at síggja hvørki hjá sjúkum ella frískum, ein lítil urð niðan eftir, 6 parkeringspláss suður eftir, órudd eystur eftir og ruskspannir norður eftir. Flestu fólk hava tørv á at vistast úti eisini, og tað er ikki serliga unniligt um hesi húsini.

 

Nú doyr hetta málið burtur,spennandi verður at hoyra og síggja, hvørjum vit skulu øsast við í komandi viku. Men eftir stendur at nógv fara at minnast okkum, sum búgva við Íslandsvegin, sum tey íð ikki vildu hava fólk við sálarligum sjúkum og trupulleikum sum grannar.

 

Høgni Djurhuus,

Íslandsvegur 26