Ísland: - Vit gera alt vit kunnu

Tvey fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, eftir at eitt íshelli við Breiðamerkurjökul í Íslandi rapaði.

Tað var seinnapartin í gjár, at eitt íshelli við Breiðamerkurjökull rapaði, meðan nøkur fólk vóru inni í hellinum. 

 

Av teimum, sum vórðu bjargð úr ísleivdunum, høvdu tvey fólk fingið álvarsligar løstir, harav annað av hesum hevur latið lív. 

 

Hin persónurin, sum varð bjargaður úr leivdunum, er sambært íslendskum miðlum í morgun ikki í lívsvanda longur.

 

Tvey fólk, sum vóru inni í hellinum, tá tað rapaði, eru framvegis ikki komin afturíaftur.

 

Í morgun veit Morgunblaðið at siga, at tilsamans 70 fólk eru við í leitingini, men umstøðurnar eru truplar.

 

- Vit gera alt, vit kunnu, sigur talsmaðurin hjá íslendsku løgregluni, Sveinn Kristján Rúnarsson.

 

Sagt verður, at íshellið við Breiðamerkurjökull rapaði, meðan 25 ferðafólk vóru um hesar leiðir.