Islamski Staturin tekur ábyrgdina

Flaggað verður í hálvari stong uttanfyri ES-háborgina.

Islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri yvirgangsálopini í Brússel í dag, ið hevur kravt í minsta lagi tretivu mannalív í belgiska høvuðsstaðnum.


Yvirgangsfelagsskapurin skrivar, at teirra fólk lupu á fleiri mál við bumbum og øðrum vápnum, tí Belgia er eitt av teimum londunum, ið tekur lut í stríðnum móti IS í Sýria og Irak.


Sambært IS, so skutu teirra fólk fyrst eftir fólki í flogvøllinum, áðrenn tey sprongdu seg sjálvi í luftina. Løgreglan hevur funnið eina maskinbyrsu á staðnum, og vitnir á staðnum søgdu eisini, at tey hoyrdu skot og arabisk róp, áðrenn bumburnar brustu.


Viðvíkjandi álopinum á Maalbeek metrostøðina skrivar felagsskapurin, at tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, ið sprongdu seg sjálvt í luftina.


Keldur innan iraksku fregnartænastuna siga við AP-tíðindastovuna, at IS valdi Brússel sum yvirgangsmál aftaná, at myndugleikarnir fríggjadagin handtóku ein av høvuðsmonnunum handan álopini í París, Salah Abdeslam.

Flaggað verður í hálvari stong uttanfyri ES-háborgina.